Tann sum árla rísur, verður bæði ríkur og vísur
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Politikkur

Fyrrverandi LA-politikarin Simon Emil Ammitzbøll-Bille og Christina Egelund hava boðað frá, at tey stovna nýggjan flokk við navninum 'Framá'.

Í Berlingske siga tey bæði, at borgarliga Danmark tørvar endurnýggjan, eftir at spurningurin um millum annað ein herdan útlendingapolitikk er farin at fylla alt ov nógv.

Ammitzbøll-Bille verður formaður í flokkinum, meðan Christina Egelund verður næstformaður og politiskt framsøgufólk.

Simon Emil Ammitzbøll-Bille heldur ikki, at tað minkar um trúvirði, at hann nú er við í sínum fjórða flokki, skrivar TV 2.

- Eg veit, at tann normali flokspolitiski logikkurin er, at tú skal verða sitandi í einum flokki, líkamikið um tú ert samdur ella ikki. Men eg havi valt Churchill-linjuna, sum sigur, at tað er betri at skifta flokk enn at skifta politikk, sigur fyrrverandi ráðharrin. 

Simon Emil Ammitzbøll-Bille hevur fyrr verið limur í Radikale Venstre, Borgerligt Centrum og Liberal Alliance.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo