Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

ÍSF: 1. oktobur byrjar Andras Nolsøe í starvi, sum ítróttaráðgevi hjá ÍSF.

Andras avloysur Jarvin Feilberg Hansen, sum hevur verið ítróttaráðgevi seinastu árini og nú fer í annað starv.

Umframt at verða útbúgvin fysiterapeutur, er Andras eisini útbúgvin bankaatstøðingur. Seinast 6 árini hevur Andras arbeitt sum fysioterapeutur.

Harumframt hevur Andras drúgvar royndir, sum ungdómsvenjari í borðtennis og fótbólti, umframt at hann hevur luttikið í nevndararbeiði í fleiri umførum, bæði í feløgum og sersambandi.

Andras er í dag formaður í Borðtennissambandi Føroya (BTSF). Í samband við, at Andras byrjar sum ítróttaráðgevi fer hann frá sum formaður í BTSF.

Avtala er tó gjørd við Andras um, at hann ikki sleppur BTSF uppá fjall og tryggjar, at skifti í BTSF verður gjørt so skilagott sum møguligt. Hetta merkir, at Andras er leysur av øllum formellum tilknýti til BTSF í seinasta lagi við ársenda 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo