At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Nýggjur handil letur upp í Dr. Jacobsensgøtu 21, fríggjadagin kl 16.00. Handilin eitur Krákukrókurin og er ein pop-up outlet handil.

Handilin er partur av fakprøva uppgávu hjá lærlingi í Flying Tiger Copenhagen.

Vøran sum verður seld er rest lagur hjá Flying Tiger, og vøran verður tíðskil seld fyri minus 70%. Tað skal tó ikki blandast við at hetta er ein Flying Tiger handil.

Handilin er innrættaður við endurnýtslumøblum og plattum, sum gevur eitt hugnaligt og rátt look. Handilin hevur opið í 2 mánaðir.

Navnið Krákukrókurin er íblástra av krákuni, sum hevur lindi at savna sær ymiskt nibs og digg til sítt krákukbóli.

Her fæst meira at vita um handilin:

Facebook

Instagram

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo