Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Ester Kristiansen gevur í hesum døgum út nýggjan sang við heitinum Fívil. Sangurin er ein glaður summarsangur, men lurtar tú nærri, varnast tú, at tað er ein álvarsligur boðskapur fjaldur handan orðini.

Tað eru nøkur ár síðani, at Ester gav nakað út seinast. Hesa tíðina hevur hon arbeitt við at finna sítt egna listarliga úttrykk og tað hoyrist at hon hevur broytt stíl.

Sangurin Fívil er eitt úrslit av einum listarligum samstarvi millum Ester Kristiansen og Eir í Ólavsstovu, sum tær fóru undir á vetri 2016. Tær hava gjørt fleiri sangir saman, men hetta er tann fyrsti, sum nú kemur út, og sum verður til keyps á Spotify.

Uttan peningaligan stuðul frá kommununi og vinnulívinum í Sundalagnum hevði henda útgávan ikki verið møgulig.

Um alt gongur eftir ætlan, fer Ester at geva eina EP út komandi ár.

Ester hevur gott fólk aftur at sær. Niclas Johannesen hevur útsett og framleitt og Óli Poulsen hevur miksað og mastrað.

Tónleikararnir eru:
Ester Kristiansen - sang og kór
Døgg Nónsgjógv - kór
Niclas Johannesen - gittarar, bouzouki, keyboards, forritan, kór
Óli Poulsen - bass, tambourin, klapp
Matt Chamberlain - trummur

Lagið er upptikið í studio 57, Hoyvík og Mix-n-Fix, Keypmannahavn

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo