Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Innlendis ítróttur

B36: Tað eru nakrar vikur siðani, at Heiðrikur Christiansen boðaði frá, at hann í løtuni ikki hevur umstøður til at røkja formanssessin í B36. Heiðrikur hevur verið formaður síðani summarið 2013, og bæði á og uttan fyri vøllin hevur hann leitt felagið við hepnari hond hesi árini.
 
Á starvsnevndarfundi í dag gjørdi nevndin av at umskipa seg, og fram til aðalfundin í vár verður tað Rúni Herup Olsen, sum tekur sæti í formansstólinum. Rúni hevur seinnu árini verið tiltakslimur í nevndini, og eingin ivi er um, at hann eigur sín stóra lut í framstigunum, sum eru hend seinnu árini.
 
Heiðrikur sjálvur verður tó ikki longur burturi enn so, at hann yvirtekur sessin hjá Rúna sum tiltakslimur. Og kenna vit hann rætt, so verður hann framvegis nógv at síggja í B36-húsinum.
 
- B36 takkar Heiðriki fyri tíðina sum formaður, og samstundis ynskja vit Rúna hjartaliga tillukku við heitinum sum fyribils formaður. Og vónandi verður talan eisini um meira enn “fyribils”, tá aðalfundurin í 2016 er av, sigur B36.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo