Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Innlendis ítróttur

Havnar Tennisfelag og Tórshavnar Kommuna hava í felag tikið stig til at skifta undirlagið á tennisvøllinum í Gundadali. Í hesum sambandi verður eitt hátíðarhald á tennisvøllinum í morgin, leygardagin 22. juni klokkan 13.00.

Annika Olsen, borgarstjóri, og Gunvør Balle, varaborgarstjóri, taka lut í haldinum. Eftir haldið fara Pætur M. Dahl og Jón Brekku at sýna fram vøllin við at spæla nakrar bóltar fyri áskoðarunum.

Hetta er ein stórhending fyri Havnar Tennisfelag og fyri føroysku tennisítróttina sum heild. Tí ynskir felagið at hátíðarhalda hetta saman við umboðum frá Tórshavnar Kommunu og áhugaðum gestum. Øll, ið hava áhuga fyri tennis, kunnu møta at royna nýggja vøllin og at tekna seg sum lim í felagnum.

Tennisfelagið hevur ketjarar og bóltar til taks. Harumframt bjóðar Havnar Tennisfelag gestunum kaffi, the, køkur, vatn og sodavatn.

Verandi undirlag varð lagt á vøllin, tá ið hesin varð gjørdur í 1990. Undirlagið hevur tískil næstan 30 ár á baki og hevur tænt fyri seg. Nýggja undirlagið er gjørt úr graslíki við sandi eins og fótbóltsvallir. Nýggja undirlagið hevur fleiri fyrimunir framum gamla undirlagið, sum var úr gummi. Til dømis verður nú møguligt at spæla tennis, hóast vøllurin er vátur.

Hetta var ikki møguligt á gamla undirlagnum. Váttliga føroyska veðurlagið hevur tískil verið ein stór avmarking fyri, hvussu nógv vallirnir hava verið brúktir, og nær spælast kann á teimum. Nýggja undirlagið leingir tíðarskeiðið, har spælast kann á vøllinum, og tað fer at leingja kappingarárið munandi.

Hetta eru stór framstig, og umstøðurnar at spæla tennis eru tískil munandi betri enn áður.

Havnar Tennisfelag hevur eisini avtalað við Tórshavnar Kommunu, at kommunan setir upp ljósmastrar og ger eitt felagshús við síðuna av vøllinum. Ætlanin er, at hetta verður gjørt skjótast gjørligt og í seinasta lagi í 2020.

Havnar Tennisfelag vónar, at fleiri tennisáhugað møta til tiltakið, og øll eru vælkomin.

Havnar Tennisfelag

Nýtt undirlag er lagt á tennisvøllin í Gundadali, og hetta verður hátíðarhildið á vøllinum leygardagin 22. juni klokkan 13.00

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo