At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Skúli

Tað var fyrr í ár at Fiskivinnuskúlin broytti navn til Miðnám í Vestmanna. Nú er tað staðfest við nýggjum skelti á bygninginum.

Skúlin hevur síðan 2013 verið partur av gymnasialu miðnámsútbúgvingunum við tilfeingisbreytini, sum er ein serlig breyt við støði í einum føroyskum veruleika, har lærugreinirnar, tilfeingi og tilfeingisfrøði mynda profilin hjá skúlanum.

Herfyri legðist so eisini ein nýggj ferðavinnuútbúgving afturat. Ein arbeiðsbólkur, har umboð úr vinnuni eisini eru við, er nú farin undir at nágreina innihaldið í teirri útbúgvingini nærri.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo