Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Fróði Hansen hevur júst latið frá sær fyrsta staklagið til sína komandi útgávu, Hola, sum kemur út í mai. 

Lagið er at finna á youtube, og er tað listamaðurin Bárður Dal Christiansen, ið hevur gjørt sjónbandið til lagið. Bárður stendur eisini fyri at gera plátuhúsan til komandi útgávuna.

Fróði skrivar m.a á facebook:

Í mai í ár lati eg frá mær mína fyrstu útgávu við føroyskum teksti. Útgávan kallast Hola, og á henni eru 8 løg.

Løgini eru øll vorðin til á tangentum í Havn og Skopun. Mattias Kapnas og eg hava framleitt og lagt til rættis í Sandavági, og síðani hava vit við manning í fleiri umførum í 2018 verið í Studio Bloch og upptikið tónleikin í tøttum samstarvi við Theodor Kapnas.

Hola kemur út á talgildum miðlum tíðliga í mai, og einans 200 vinyl plátur verða gjørdar. Hvør útgáva far eitt tal, og er tað listamaðurinBardur Dal Christiansen, ið við serstakum linoleumskurði stendur fyri at gera plátuhúsan.

Í seinnu helvt av mai fara eg og bólkur mín(Mattias Kapnas, Bartal Augustinussen og Per I. Højgaard Petersen) á tónleikaferð kring landið, og tá framføra vit alla útgávuna, og eisini onkur eldri løg.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo