Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Í dag gevur bólkurin Joe & The Shitboys út nýggja staklagið ”If You Believe In Eating Meat Start With Your Dog”.

- Hugalagið er punkur, og teksturin snýr seg um at tað ikki er etist rætt at eta kjøt, sum teir siga í stuttum tíðindaskrivi sum teir hava sent miðlunum.

Og - sum teir eisini siga - "Ongin djór vóru skødd undir framleiðsluni av sjónbandalagnum".

Tað sæst omanfyri.

Í Joe & The Shitboys eru Joe ið syngur, Ziggy Shit ið spælir gittar, Sammy Shit ið spælir bass og Johnny Shit ið spælir trummur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo