Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Greta byrjar 2019 við fyrstu stakfløguni All My Bones av komandi “Bones” EP’ini. Tað myrka leitandi spælið í tí elektrónisku ljóðverðini í sanginum er væl egnað sum mótspæl til ta ljósu røddina hjá Gretu. 

Staklagið kom út 1 februar, og er tøkt her. Tekst-videolagið sum fylgir við varð deilt dagin eftir, og hevur um vikuskiftið longu verið sæð yvir 100.000 ferðir.

Tekst-videolagið og myndirnar sum fylgja við útgávuni byggja á tær serligu infrareyðu føroysku nattúrumyndirnar sum Greta hevur tikið. Hesin mátin at avmynda umhvørvið uppá fangar júst tað rúmið sum gevur íblástur til ljóðmyndina. Greta greiðir frá: 

“Infrareyð myndatøka er ikki vanlig at síggja av føroysku nattúruni, men hetta slagið av myndatøku lýsir mína tónleikaverð betur enn eg fyrr havi verið før fyri og ímyndar Føroyar sum eina dreymaverð. Tað gevur eina eyka dimensión til mítt umhvørvi - eina skuggaverð sum ikki sæst í fyrstu syftu.” 

All My Bones er tann fyrsta stakfløgan av EP’ini við 4 løgum, sum kemur út tíðlja í 2019. 

Løgini eru: 

1. All My Bones 
2. Before You Go 
3. Numb
4. Hear the Melody 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo