Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Javnaðarflokkurin: Birna Heinesen er 32 ára gomul og búsitandi í Hoyvík. Hon er gift Hans Jákupi Danielsen, og saman eiga tey synirnar Marius og Sjúrð. Birna er útbúgvin leiklistafrøðingur við síðugrein í norðurlendskum máli og bókmentum, og undirvísir á miðnámi umframt á Dramaverkstaðnum í Havn. Birna er sera virkin, og umframt at vera kona, mamma og undirvísari situr hon í Leiklistaráðnum og er forkvinna í lærararáðnum á Miðnámi á Kambsdali.

Birna stillar upp, tí hon vil vera við til at styrkja okkara trygga vælferðarsamfelag. Serliga brennur hon fyri bústøðum, útbúgving, mentan og list.

- Sum ein av teimum, ið er flutt heim aftur aftaná fleiri ár uttanlands, síggi eg, at avbjóðingarnar í samfelagnum eru nakrar heilt aðrar nú, enn tá eg fór hiðani í lestrarørindum. Vit mangla bústaðir, og í løtuni er tørvurin hjá nógvum at fáa hóskandi tak yvir høvdið bráfeingis - hesum vil eg stríðast fyri at finna varandi loysnir uppá. Talið av fólki, sum nema sær útbúgving økt munandi. Eg undirvísi á miðnámi, og har upplivi eg týdningin av, at politiska skipanin fylgir við menningini innan skúlagongd og útbúgving. Tí vil eg arbeiða fyri, at vit skapa teimum ungu, okkara komandi ættarliðum, best møguligu umstøður at virka undir. Eisini er tað gleðiligt at síggja, hvussu mentanarlívið blómar í Føroyum. Sum útbúgvin leiklistafrøðingur hevur hetta mín heilt stóra áhuga. Vit eiga so nógv dugnalig listafólk her á landi. Tey ríka okkum við listarligum eygleiðingum og viðmerkingum, sum fáa okkum at síggja okkum sjálvi og okkara samfelag í einum øðrum ljósi. Listin er við til at skapa okkara mentan og samleika, og tí eiga vit at geva listini best møguligu sømdir, sigur Birna Heinesen og leggur afturat:

- Tí bjóði eg meg fram. Og tí stilli eg upp fyri Javnaðarflokkin.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo