Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Vinna

Tað er ein tung mótbrekka at fáast við at bróta upp úr nýggjum, og tað mugu tey sum fáast við at ala tara á Funningsfirði helst sanna. Øll árini síðani 2008 hevur virksemið givið hall. Men í fjør minkaði hallið tó nógv - úr einari millión í 2017 til 284 t.kr í fjør. Eisini vaks bruttovinningurin nógv, úr 564 tkr í 2017 til 1,7 mió kr í fjør.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 6,6 mió kr og eginognin var 876 tkr.

Ocean Rainforest selur alda taran uttanlands til keyparar, sum brúka hann í matvørum, djórafóðri, kosmetikki og heilsuvørum.

Leiðslan sigur í frágreiðingini, at felagið gjørdi í fjør íløgur í nýggja útgerð, sum tó ikki fór at virka fyrr enn seint á árinum. Menningarvirksemið hevur gingið eftir ætlan, men neyðugt er alla tíðina at styrkja kapital grundarlagið fyri at kunna gera fleiri íløgur og økja um marknaðarføringina.

- Leiðslan metir, at við íløgunum í størri framleiðsluorku bæði á sjónum og á landi fer rakstur felagsins at koma í eina tryggari legu, og kemur væntandi at geva yvirskot í 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo