Lat fortíðina spáða um framtíðina
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Mentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs 2019 vórðu í dag latnar á almennari samkomu í Müllers pakkhúsi. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir fekk Oddfríði Marnar Rasmussen. Hanus Kamban fekk virðislønina fyri yrkisbókmentir. Bernharði Wilkinson varð heiðraður fyri mentanaravrik.

Barnamentanarheiðurslønin varð latin Bergi Rasmussen.

Oddfríði Marnar fyri fagrar bókmentir
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2019 verður í ár latin Oddfríða Marnar Rasmussen fyri skaldsøguna “Ikki fyrr enn tá”. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at skaldsøgan lýsir giftan rithøvund og hundaeigaran, ið missir bæði hjúnafelaga og hund.

“Ein skaldsøga um viðbreknu tilveruna í at síggja til tryggu, nýmótans Føroyum.”

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir er kr. 35.000 kr.

Hanus fyri yrkisbókmentir
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir 2019 verður latin Hanusi Kamban fyri bókmentaligu ævisøguna “Hans Andrias l-ll”. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at verkið gevur við neyvleika og nærlagni væl skjalfest innlit í persónin Hans Andrias og fjøltáttaða skaldskap hansara.

“Við bókaverkinum um Hans Andrias hevur Hanus latið úr hondum eitt týðandi íkast til føroyska bókmenta- og mentanarsøgu.”

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir er kr. 35.000 kr.

Bergur fyri týðandi týðingar til børn
Barnamentanarheiðurslønin í 2019 verður latin Bergi Rasmussen, týðara. Bergur er tikin úr leikum at flyta yvir í føroysk mál dygdargóðan og tíðarbæran lesnað. Hann fevnir víða, alt frá skemtiliga og herviliga Henry til sera viðkomandi søgurnar um Tsatsiki og ævintýrkenda Harry Potter.

“Felags fyri allar bøkurnar er, at hann hevur megnað at varðveitt upprunaeyðkennini, og við sínum lætta og livandi máli er hann við til at stimbra og menna lesiførleikarnar hjá okkara børnum og ungu.”

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs er 35.000 kr.

Bernharður heiðraður fyri at menna tónleikin
Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik verður í 2019 latin Bernharði Wilkinson, sum hevur stjórnað Føroya symfoniorkestri í mong ár. Hesi árini er orkestrið ment nógv.

“Við Bernharði er virksemið hjá orkestrinum økt við fleiri konsertum og fjølbroyttum tónleiki, heilt frá fyrstu føroysku symfoniini til níggjundu symfoni hjá Beethoven.”

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanaravrik er 35.000 kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo