Best er manni at biðja, tá hann er sjálvbjargin
- Føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Hetta er árstíðin tá stormarnir herja um okkara leiðir, og skulu vit trúgva veðurstovunum, so fáa vit ein ordans bakkalúðara einaferð út móti morgni.

Ættin verður mestsum beinur sunnan og í hvirlunum kunnu vit vænta nærum 30 metrar um sekundið og annars eina javna vindferð uppá einar 20-22 ms. Hitin kemur niður í eini 3 stig í nátt og tað verður avfall, fyrst sum regn, seinni kanska sum vátaslettingur.

DR skrivar um ódnina og sigur, at í Írlandi hava veðurfrøðingar givið henni navnið Brendan.

SÍ VEÐURKORT HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo