Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Ætlaði ikki at blanda meg, men kann ikki halda mær eftir at lesa allar skriving um kappróður og fyriskipan av kappróðri:)

Skjótt er at gloyma, men akkurát tað, sum hendi í Hvalvík henda dagin, hevði hent og er partvís komið fyri í Runavík, Fuglafirði, Sørvági, Sandavági og Klaksvík, Vági og Tvøroyri og allarhelst aðrastaðni eisini.

Men við at brúka dagar úti hjá fyrireikarunum áðrenn, so bleiv hjálpt uppá tað, og flest allir hava rætta feilir og tikið hesar fyrireikingar í álvara, og gera tað rættuliga gott í dag.

Hetta sum hendir í Hvalvík, hevur einki við róðrarøkið at gera. Økið í Hvalvík telist nokk millum bestu økir í landinum.

Men fyrireikingin hevur ikki verið nóg góð, tað var jú heilt galið leygardagin, men tað var eisini okkurt at viðmerkja í 2013, 2010 og 2007, og tað giti eg at eftirlitsmyndugleikin sær í frágreiðingunum fyri hesi árini, og tí átti RSF-toymið at verði eyka á vakt.

Skal ikki forsvara fyrireikararnar, men var farið fram eftir bókini, so blivu allir róðrar avblástir longu kl 11, tá dómararnir eftir lógini skula møta upp. Men teir eru ikki meira enn menniskju, og gera sjálvandi tað teir kunna, fyri at redda tí sum reddast kann, men tað gekk ikki.

Var ikki sjálvur til staðar, men skal her bert nevna nøkur punkt, sum ikki vóru uppá pláss. Hetta sá ein og hvør, bert við at fylgja við á stroymingini.

• 10 boyur vóru inni á málinum, skula verða 18, onkur góðtekur 17. (um tað er starturin hjá RSF sum verður brúktur)

• Flótandi enda ímillum boyurnar, so bátarnir fingu hann um róðri.

• Ongar stengur uppsettar til at avmerkja feltið, hvørki síður ella miðju.

• Miðboyan sum skal verða gul, var ikki á miðjuni á feltinum.

Áðrenn hesi tingini eru uppá pláss, eigur róðurin ikki at byrja, so einkult er tað.

• Og so haldi eg eisini at tað er sera óheppið at ein dómari er frá lokala økinum, sum fyriskipar stevnuna, hetta bleiv stoppað fyrst í 80inum, um eg minnist rætt. So RSF, hetta er í hvussu er tykkara.

So, her er nógv sum kann gerast betur, tað kann rógvast á øllum økjum, bara fyrireikingarnar eru í lagi.

Veðrið kunna vit einki gera við, men undanvind, sum var henda dagin, er perfekta veðrið til fastan start.

Um tað skal verða eitt toymi sum reisur runt, til at fyrireika, sum onkur heldur er tað rætta, tað ivist eg í, tí tá tekur tú eisini ábyrgdina frá fyriskiparunum.

Men tað kundi verði eitt toymi sum stevnufyrireikarar kundu heitt á, fyri at fáa hjálp, kundi kanska verði ein máti at gjørt tað uppá.

Sjálvur havi eg tey árini eg var við í hesum, havt á máli at ein stevna skuldi kunna fingið reyða korti og mist komandi stevnu fyri vánaliga fyriskipan.

Vónandi hendir hettar aldrin aftur, hetta sømir ikki tjóðarítróttinum.

Gunnbjørn Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo