Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Tiltøk

“Øll hava rætt til góða barnaár” er samrøðubólkar fyri børn og ung, ið hava foreldur við rústrupulleikum.

Nýggir bólkar byrja aftur í janar 2016.

Endamálið við bólkunum er m.a. at geva børnunum og teimum ungu møguleika til at:

- Uppliva at tey ikki eru tey einastu, sum hava foreldur við rústrupulleikum.

- Tosa við onnur í líknandi støðu um sínar kenslur og tankar.

- Skilja, at tað ikki er teirra skuld, at foreldrini nýta rúsdrekka/rúsevnir, og at tað
ikki er teirra ábyrgd at fáa tey at gevast.

- Fáa kunnleika um tað at vera bundin av rúsevnum, og at fáa eina fatan av, hvat tað er sum hendir við foreldrum, ið eru bundin av rúsdrekka/ rúsevnum.

Bólkarnir eru skipaðir fyri fólkaskúla- og miðnámsaldrinum, og verða settir saman eftir aldri, soleiðis at tey í bólkinum eru um sama aldur. Bólkarnir hittast annan hvønn hósdag kl. 15 -17.

Áhuga kunnu fáa meira at vita við at ringja á tlf. 770708 ella 770709, ella skrivað ein teldupost til bolkar@blakross.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo