Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King
Vinna

Elon Musk sleppur at senda upp 12000 fylgisveinar, og er endamálið, at øll fólk á jørðini skulu fáa atgongd til heilt skjótt alnet.

Ætlanin er at skipanin skal geva eina bandbreidd á 1 gigabit per sekund, altso 1024 Mbit/s.

Prosjektið verður nevnt Starlink og skal geva inntøkur til ætlanirnar hjá felagnum hjá Musk, SpaceX, at senda fólk til Mars.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo