Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Vinna

Vinnuhúsið: Tað er í veruleikanum kjarnin í langskygdu tilmælunum frá Føroya Arbeiðsgevararfelag um munandi skattalættar í vanliga lønarskattinum, samstundis sum frádráttir og serskipanir verða strikað, sparingar verða framdar í almennu útreiðslunum og nýggj tænastugjøld koma inn í myndina.

Fyri at røkka á mál við hesum tilmælum, so mugu vit hyggja meira enn eitt valskeið og fleiri ár fram í tíðina.

Føroya Arbeiðsgevarafelag leggur í sínum tilmælum dent á, at einki skal gerast í óðum verkum, og tí hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag einki tilmæli um at strika rentu- ella sjómannafrádráttir her og nú, sum viðgerðin í miðlunum seinastu dagarnar kann hava givið eina fatan av.

Líkt er tí til, at fleiri annað hvørt hava misskilt ella ikki sett seg inn í langskygdu tilmælini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, og tí fer Føroya Arbeiðsgevarafelag at vísa til búskaparfrágreiðingina, har langtíðar tilmælini frá felagnum eru nærri útgreinað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo