Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Framsýningar

Leygardagin 29. september letur upp listaframsýning við Øssur Mohr í Gamla Seglhúsinum.

Fernisering verður leygardagin kl. 16:00 til 18:00 har møguleiki er at heilsa uppá listamannin sjálvan og kemur Rani Nolsøe at røða.

Hans Andrias Jacobsen syrgir fyri tónleikinum og verður eisini lættari ábit og okkurt leskandi til góman.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo