Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Stórdysturin ímillum FC Barcelona og Real Madrid, sum skuldi spælast komandi leygardag 26. oktober, er útsettur orsakað av ófriðinum, ið hevur verið í Katalonia seinastu vikuna.

FC Barcelona og Real Madrid hava fingið freist til mánadagin kl. 10 at semjast um ein nýggjan leikdag, skrivar The Guardian.

Megna feløgini ikki at finna eina semju, ásetur spanska fótbóltssambandið sjálvt, nær dysturin skal spælast.

The Guardian skrivar, at forsetin í La Liga mælir til at spæla dystin 7. desember, men at spanska fótbóltssambandið og stórfeløgini bæði hava tosað um at leggja dystin 18. desember.

Ófriðurin í Katalonia tók seg upp, eftir at níggju politikarar vórðu fongslaðir fyri teirra leiklut í sambandi við fólkaatkvøðuna um loysing, sum varð hildin í spanska landslutinum í oktober 2017.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo