Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Tónleikur

Havnar Jazzfelag skipar í samstarvi við Kringvarp Føroya fyri konsert í flottu nýggju Kringvarpsforhøllini mikudagin 27. mars kl 17.00.

Kendu andlitini á føroyska jazzpallinum Magnus Johannesen og Torleik Mortensen fara á konsertini at spæla akkustiskan, nýskrivaðan jazz. Teir hava spælt saman sum duo í nakrar mánaðir og spældu m.a. eina sera væl móttikna konsert í Mikkeller á Vetrarjazz 2019.

Havnar Jazzfelag ætlar í 2019 at endurhugsa sítt konsertvirksemi nakað, við at bjóða konsertir á í nýggjum støðum, aðrar tíðir og í øðrvísi samanhangum enn vanligt. Kringvarpshøllin bjóðar eitt vakurt, róligt umhvørvi við einum fyrstafloks Steinway konsertflygli, sum egnar seg sera væl til eina hugnaliga seinnapartskonsert. Ein deiligur endi uppá arbeiðsdagin, áðrenn nátturðan.

Nevnast kann eisini, at í løtuni er Kringvarpsforhøllin karmur um eina hugtakandi framsýning við málningum eftir Eyðun av Reyni. Hesa kunnu áhoyrarar eisini njóta í sambandi við konsertina.

Konsertin er ókeypis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo