Tú kanst ikki forða sorgarfuglum at flúgva yvir høvdinum. Men tú kanst forða teimum at byggja reiður í hárinum
- Kinesiskt orðatak
Innlendis ítróttur

SMS: Í sambandi við at føroysku íðkarnir fara til Gibraltar 4. juli at luttaka í oyggjaleikunum, skipar ÍSF fyri almennum fráferðatiltaki leygardagin 29. juni, og SMS bjóðar ókeypis morgunmat millum kl. 9 og 11.

Tað er við matarstøðini í SMS at føroyingar fáa møguleika at ynskja føroysku íðkarunum góða ferð, áðrenn tey fara til oyggjaleikirnar at kappast fyri Føroyar.

Nógv áhugavert verður á skránni hendan morgunin.

Ókeypis morgunmaturin byrjar kl. 9, og kl.10 verða røður og annað á skránni.

Løgmaður og forsetin í ÍSF, Elin Heðinsdóttir Joensen, fara at siga nøkur orð og ynskja íðkarunum góða ferð.

Síðan fær vinnarin av kappingini um eina ferð til Gibraltar til oyggjaleikirnar handa vinningin.

Morgunmaturin heldur áfram til kl. 11.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo