Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Innlendis ítróttur

Leygardagin 3. Desember 2016 skipar Flogbóltssamband Føroya fyri tveimum ókeypis skeiðum í Flogbørnum. Skeiðini verða í Ítróttarhøllini í Kollafirði, og skeiðleiðari verður Peter Morell, ungdómsmennari hjá Flogbóltssambandi Føroya.

Skeiðið er ætlað U 12 venjarum, hjálparfólkum og foreldrum og øðrum áhugaðum.

Fyrsta skeiðið verður kl. 9,00 – 12,15 undir heitinum: “Frá kasti til flogbólt”, og umfatar hetta:

·        Fatanina av tí stigvísu hækkingini í teknikkinum frá kasti til veruligan flogbóltsteknikk.

·        Kunnleikan fyri grundarlagnum fyri flogbóltsteknikki og lyklaorð í hesum sambandi

·        Kunnleika til leikreglar í Flogbørnum level 0-2

·        Amboð at bera fram kunnleika um grundarlagið fyri teknikkinum saman við nøkrum venjingum

Málbólkurin fyri hesum skeiðnum eru: Allir venjarar og foreldur, sum hava áhuga at venja Flogbørn level 0-2 og teimum, sum venja level 3 og U 12.

Næsta skeiðið verður kr. 12,45 til 16,00 undir heitinum “Grundvøllurin í sambandi við flogbóltsteknikk” og umfatar hetta:

·        Frálæruhátt í sambandi við Flogbørn. 

·                  Hvar umfatar Flogbørn

·                  Hvørjar møguleikar eru í Flogbørnum

·        Flogbørn leikirnir frá level 0-2 og grundteknikkur.

·                  Baggerslag, fingraslagkast og smassjkast

·                  Serv og baggerslag

·                  Smáspøl

Málbólkurin fyri hesum skeiðnum eru venjarar, sum arbeiða við Flogbørnum level 3 og U 12 og U 14 venjarar, men eisini tær, sum arbeiðir og ert venjari á level 0-2, soleiðis at tú fært fylgt tí samlaða framgongdini í Flogbørn-ætlanini.

Meira kann lesast um skeiðið á www.fbf.fo og tilmeldingarfreistin er 25. November.

Tilmeldast kann á teldupostinum flogborn(at)fbf.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo