Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Politikkur

Dreymurin hjá okkara ungu er at blíva floygd heimanífrá, spreiða vangirnar og seta kós til onnur lond fyri at víðka sín sjónarring, skapa netverk og fáa sær góða útbúgving og royndir.

Okkara lesandi, sum byrja lesna í Danmark, kunnu við donskum ríkisborgararætti, útbúgva seg, hvar tey vilja í Europa og aðrastaðni á líka fóti við onnur ungfólk í Ríkinum og við donskum SU og SU-lánum.

Er hetta ikki gull vert fyri eitthvørt land, eitthvørt fólk at hava slíkar møguleikar.

Er tað ikki einstandandi fyri lesandi at hava ein R-frádrátt (rikisfelagsskapsfrádrátt), har okkara ungu kunnu hava skattafría inntøku í 2019 upp á 82.200 kr. - hvørt ár tey lesa. Hetta tryggjaði okkara umboð á Fólkatingið føroyskum lesandi ungdómi.

Spyr teg sjálvan, hvørt hetta ein sjálvfylgja?

Sleppa t.d. óavmarkað tal av íslendingum at lesa í Danmark og við SU-stuðli og lánum frá fyrsta degi? Nei, tað ber ikki til hjá teimum, tí teir eru ikki partur av Ríkinum, men koma einans undir norðurlendsku avtaluna.

Sambandsflokkurin vil okkara ungdómi tað besta og vil, at okkara ungdómur fær bestu kor at virka undir í Rikinum.

Vit vilja eisini framyvir tryggja, at tað verður lættari at fáa CPR-nummar fyri tey, sum skulu til Danmarkar at lesa enn tað er í løtuni - tað vilja vit fáa avgreitt saman við okkara fólkatingsumboði.

Vit vilja okkara ungdómi tað besta, tí er eisini tín atkvøða avgerandi fyri okkum til komandi fólkatingsval.

Johan Dahl
valevni hjá Sambandsflokkinum til Fólkatingið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo