Tá ið ein kona ikki klárar børnini, byrjar hon at uppdraga mannin
- Stella Bing
Lesarin skrivar

Hetta var ein av viðmerkingunum eg las, tá eg tók stig til veðurlagsverkfall í desember mánaði. 

Íblásturin til veðurlagsverkfallið kom frá 15 ára gomlu Gretu Thunberg, ið er svenskur veðurlagsaktivistur. Hon hevur í 22 vikur verið í verðurlagsverkfalli uttan fyri Ríkisdagin í Svøríki og hevur í øgiliga stóran mun sett sín dám á umhvørvisaktivismu um allan heimin.

Tað er lætt at flenna, tillátursgera og siga at Føroyar ongan týdning hava, ella at skúgva kjakið burtur. Men óansæð, so eru veðurlagsbroytingarnar veruligar, og tær henda, um vit vilja tað ella ei. Vit mugu gera alt vit eru ment, at basa mannaskaptu veðurlagsbroytingunum og fara betur við umhvørvinum. Tað er okkara moralska skylda!

Føroyar eru ikki ov smáar at gera mun. Vinnan í Føroyum dálkar eisini illa, og húsarhaldini kunnu eisini gera sítt til, at minka um ovurnýtslu. Hóast vit eru lítlar, so eiga vit at ganga á odda at basa mannaskaptu veðurlagsbroytingunum. Vit kunnu vera altjóða fyrimyndin – tey, ið ganga á odda at tryggja grøna orkuskiftið.

Vit vóru fleiri enn 100, sum fóru í verkfall Í desember, bæði uttanfyri Løgtingið og á Glasi og síðani veðurlagsverkfallið í desember, hava tvey verið afturat í januar. Tað er ein greið ábending um, at vit eru fleiri, ið halda, at politikararnir skulu taka sær um reiggj og seta størri umhvørviskrøv til vinnuna, geva gularøtur til grøna orkuskiftið og gera Føroyar til eina grøna fyrimynd fyri aðrar tjóðir og lond.

Komandi fríggjadag fara vit aftur í veðurlagsverkfall kl 12 á Vaglinum, og vónandi verða fleiri við okkum.

Saman broyta vit heimin!

Hervør Pálsdóttir
Forkvinna, Unga Tjóðveldið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo