Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Higartil í ár hevur oktober verið vátasti mánaði við 144 mm.

Og tað var eisini regn 24 dagar av tilsamans 31 døgum í oktober. Í juni og juli var regn bara 7 dagar í hvørjum mánaðinum.

Turrasti mánaði var juli við 52 mm, sambært yvirlitinum hjá DMI fyri Tórshavn.

Juli var eisini heitasti mánaði við einum miðalhita á 11,5 stig.

Men flestar sólskinstímar higartil hevði mai, 166 tilsamans.

Yvirlit fyri 2017-18 sæst niðanfyi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo