Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Innlendis ítróttur

Mánakvøldið, 9. september klokkan 19, skipar Áhugafelagið ólavsøkuróður fyri almennum hátíðarhaldi á Reinsarínum í Havn, tá ið tíggjumannaførini 2019 fáa handað heiðursmerkini, sum tey vunnu sær á ársins ólavsøkuróðri, eftir at dómsnevnd RSF nú hevur staðfest, at róðurin er galdandi.

Á hátíðarhaldinum verða røður og livetónleikur, borðreitt verður við kaffi og køku, umframt at 3-2 hjá Kringvarpinum fer at senda beinleiðis frá sjálvari handanini.

Hátíðarhaldið er alment, og fyrireikararnir heilsa øllum hjartaliga vælkomnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo