Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Merkisdagar

Langafríggjadag fylti Óli Breckmann 70 ár.

Eg kom at kenna henda merskismannin í 1977. Óli var tá lærari í Hoydølum. Hann líktist burtur úr, og eg hugsaði við mær, hvør hesin orginalurin mundi vera:

Í partisanklæðum viðhvørt og annars í stívasta pussi við butterfly. Hann sást heldur ikki uttan at ein havanna sigar stakk út úr kinnklovanum. Óli undirvísti í enskum, latíni og søgu. Tímarnir hjá Óla vóru sanniliga ikki keðiligir.

Liðugur í Hoydølum í 1979 skuldi eg finna mær eitt ella annað arbeiði. Hevði gjørt avtalu við ein skúlastjóra um at virka sum vikarur eitt ár.

Ein summardag í 1979 standi eg við bili á Vaglinum. Brádliga tekur onkur í bilhurðina frammanfyri. Tað var Óli. Hann setti seg inni í bilin. Samtalan var stutt: “Tú byrjar á Dagblaðnum 1. august. Eg skal taka mær av skúlastjóranum”, og hurðin bleiv klamsað aftur.

Hetta var byrjanin til eitt lívslangt vinarlag okkara millum.

Óli var blaðstjóri á Dagblaðnum í eini 17 - 19 ár. Her setti hann dagsskránna fyri politiska kjakinum í Føroyum. Ein nýggj dimensión bleiv partur av almenna kjakinum, sum áðrenn Óla bert snúi seg um loysing ella samband. Nú var tað vinstra og høgra, kommunistar, socialistar, stalin- og leninistar, maoistar o.a. Vinstrahalla sektarisman sum bleiv sett upp ímóti teimum høgravendu og fasistum.

Tað bleiv til hópin av málum um ærumeiðing og sigast skal, at kjakið – hóast tað kundi vera hvast - til tíður eisini var sera skemtingarsamt. Onkuntíð havi eg hugsað, at nógv av tí sum Óli skrivaði var rein satira. Fyri at skapa eitt kjak, og so livdi Óli mitt í verðini.

Minnist hvussu skjótt hann kundi skriva ein leiðara ella eina grein. Hann kom trampandi upp gjøgnum trappurnar og inn á skrivstovna, har hann festi sær í eina sigar. Setti seg við skrivimaskinuna og tað gekk so skjótt, at tað var sum at hála í eina wc-rullu.

Óli er føddur 30. mars 1948, sonur Ludvík og Astrid Breckman. Óli hevur mangan sagt, at hann ætlaði sær at lesa løgfrøði, men at hann endaði í Skotlandi. Pápi hansara eggjaði honum at fara til Skotlands at lesa. Óli tók kandidatprógv í enskum og søgu við universitetið í Edinburg og Bristol.

Beint eftir loknan lestur fór Óli upp í politik. Hann bleiv í 1974 valdur inn á Løgting og sat í Løgtinginum til 2008. Tilsamans í útvið 35 ár. Óli var við til at mynda føroyskan politikk øll hesi árini. Hann var ongantíð landsstýrismaður, men stýrdi í Løgtinginum. Hann var nakrar setur ein av løgtingsgrannskoðarunum, og eitt skifti sat hann í fíggjarnevndini. Óli hevur verið við til at klinka manga samgonguna saman. Hansara íkast til føroyska kjakið hesa tíðina kann ikki undirmetast.

Í januar 1984 bleiv Óli valdur inn á Fólkating. Eg kom at arbeiða saman við honum á Christiansborg tað fyrsta árið. Hetta var sanniliga eitt spennandi ár. Schluter stjórnin sat í minninluta, og eftir valið í januar 1984 vildu sosialdemokratarnir aftur til valdið. Óli gjørdist tungan á vágskálini og kom sostatt beinanvegin í eldin.

Tað var sanniliga áhugavert at fylgja hesum leiki. Øll kenna søguna: Óli stuðlaði borgarligu stjórnina hjá Schluter sum sat til 1993, tá Schluter fall orsakað av Tamil-málinum.

Í 1984 var hádramatikkur í luftini. Danska stjórnin skuldi hava fíggjarlógina samtykta. Óli var tungan á vágskálini. Umrøtt var við donsku stjórnia, hvussu leikur skuldi fara fram.

Tíðindaleiðarin hjá teimum konservativu – vit kallaðu hann bara fyri Sam – hevði funnið út av, at Ellindur Patursson eisini hevði atkvøtt fyri donsku fíggjarlógin, sum tá eisini í rættuliga stóran mun snúði seg um játtanir til føroysk felagsmál.

So var leyst og liðugt. Tá Ellindur hevði stemmað fyri fíggjarlógini, so kundi Óli sjálvandi eisini gera tað sama.

Árini hjá Óla á Fólkatingi vóru sanniliga hendingarík ár. Undirgrundin bleiv yvirtikin; eitt mál sum Óli beinanvegin royndi at taka upp við donsku stjórnina. Føroyar fingu blokkin í 1988, og í 1992 kom bankakreppan. Óli hevði ein sentralan leiklut í samráðingunum millum Føroya landsstýri og donsku stjórnina, tá bankasemjan bleiv gjørd á sumri 1998. Óli sat á Fólkatingi til november 2001 ella í tilsamans 17 ár.

Óli hevur altíð havt stóran áhuga fyri undirvísing. Tá hann gavst í aktivum politikki fór hann aftur í Hoydalar at undirvísa. Fyri mær hevur hann ofta sagt, at hetta hevur verið hansara bestu ár í lívinum. Hann hevði eitt sera gott samband við næmingarnar og gekk við lív og sál uppí at fylgja næmingunum á teirra lívsleið. Hann kendi hvønn einasta næming, og eisini hvør familjan var.

Óli hevur altíð havt ein sera stóran áhuga fyri føroyska samfelagnum og søgu okkara. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um evnið, m.a. bøkurnar um Hans Paula Johannesen og Eiler Jacobsen. 

Báðar bøkurnar innihalda hópin at tilfari, sum lýsir føroysku fiskivinnusøguna sum heild og samtíðina hjá hesum úrmælingum. Fleri av hansara politisku greinum blivu útgivnar í bókini “Stavnurin”, sum kom út í 1984.

Óli er giftur við Birnu, heilsurøktara, sum hevur verið honum ein hollur stuðul øll árini. Tey hava 5 børn, sum øll eru væl undankomin: Astrid, sum er lærarinna, Ludvík, sum er viðurkendur listamálari, Pætur, sum arbeiðir sum leiðari á eini teldufyritøku, Mona sum er kendur venjari innan rørslu og Bjørk, sum í mong ár hevur starvast sum leiðari innan matstovuyrki. Óli er eisini pápi Sissal Kampmann, sum eisini er kend listakvinna.

Tað munnu vera fá menniskjur, sum hava verið so aktiv sum Óli. Hann er altíð í gongd. Hansara stóri áugi er lesnaður í breiðari merking. Hann er altið í gongd við at lesa okkurt útyvir politiska lesnaðin, sum altíð liggur á borðinum. Óli hevur eina sera stóran vitan um føroyska søgu, og eg haldi meg vita, at hann arbeiðir við onkrari útgávu í hesum sambandi. Seinastu árini hevur hann eisini verið fastur útvarpsvertur á Rás 7.

Eitt annað eg havi hug at nevna er, at Óli er sera góður kvøðari. Hvar hann hevur lært øll hesi kvæðini skula gudarnir vita, tá hugsað verður um hansara aktivu lívsleið. Einaferð fortaldi hann mær, at meðan hann læs í Onglandi og koyrdi langar biltúrar lærdi hann seg føroysku kvæðini.

Fari við hesum at ynskja vinmanninum og merkismanninum Óla Breckamann hjartaliga tillukku við teimum 70 árinum. Ófatuligt at so ungir menn sum Óli so bráddliga kunna fylla 70 ár.

Christian Andreasen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo