Tað eru trý sløg av fólkum. Tey sum fáa tingini at henda, tey sum hyggja at ímeðan hini fáa tingini at henda, og so tey sum undrast yvir hvat tað var sum hendi
- Fred Clauser, neyðlendi í Eiðisflógva í 1969

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Ikki alt gekst eftir vild í eini park í Teufelssee mikudagin

Reyði krossur broytir enn einaferð virksemi sítt til tess at hjálpa borgarum í Føroyum at standa ímóti COVID-19, og fyri at verja sjálvboðin í felagsskapinum

- Løgtingið má koma saman sum skjótast at snikka saman neyðugu hjálparpakkarnar. At gera gerandisdagin so tryggan sum gjørligt í eini ótryggari tíð

- Kann onkur koma í gongd við at steðga sendingini Kjakaríið? Kann Google hjálpa okkum við at strika "Nú er summar" hjá kórinum Glymur av YouTube?

Eitt Air India Express-flogfar við 191 fólkum umborð úr Dubai gleið av breytini tá ið tað setti seg á Karipur flogvøllinum í Kozhikode seinnapartin í dag

Heilsu- og umsorganartænastan heitir á heilsustarvsfólk um at bjóða seg fram at vera tøk og at hjálpa á eldraøkinum í Tórshavnar kommunu

Forsetin í ÍSF minnir á, at hvør einstakur kann gera sítt fyri at minka smittuvandan við at sýna samfelagssinni og rættan atburð

Sambært tí sum VP skilur, so eru bara 12 nýggir smittutilburðir staðfestir frá kanningunum í gjár

- Fyrst bar Høgni Hoydal rong tíðindi um fundin við Carlu Sands, ein fund, sum hann ikki tók lut í. Nú ber hann rong tíðindi um eina samrøðu í Kringvarpinum í gjár

Sambært heimasíðuni korona.fo, so eru 99 smittað í løtuni og 763 bíða eftir svari frá kanningunum í gjár

Glasir heitir tí á næmingar og foreldur um at fylgja væl við í kunningini í teldupostum og á heimasíðu skúlans

Orsakað av vaksandi koronasmittu er avgjørt at steingja allar ítróttarhallirnar og Svimjihøllina í Gundadali fyribils frá í morgin 8. august til og við sunnudagin 16. august

225 starvsfólk hava meldað seg til at blíva testað í dag. Testingin, sum Heilsu- og umsorganartænastan stendur fyri, fer fram í gomlu læknahølunum á Frúutrøð

Smittutalið er í bráðum vøkstri, og samfelagið eigur at verða latið aftur, ongantíð ov skjótt, skal tamarhald fáast á smittuni, sigur professari við Útvarpið

Tað er sera týdningarmikið, at fólk, sum hava verið í beinleiðis samband við onkran, sum hevur fingið staðfest smittuna, fara í sóttarhald í 14 dagar. Eitt negativt kanningarúrslit loysir ikki hesi fólk úr sóttarhaldinum

Tórshavnar kommuna hevur tikið avgerð um, nú smittutalið er vaksandi, at talið á ferðandi í bussinum verður sett niður á 10 komandi vikuna

Smittustøðan og stóra ógreiðan um útlitini hevur við sær, at avgerð er tikin um at steingja allar dagstovnarnar í kommununi fyribils fram til 17. august

Landssjúkrahúsið hevur gjørt av, at øll sum standa í bíðirøð klokkan 15 verða kannaði fyri koronu í dag, meðan onnur verða biðin um at bíða til í morgin at verða kannað

Leiðslan í fólkakirkjuni mælir til, at allar gudstænastur – innandura sum uttandura – verða avlýstar í august mánaði 2020

Fyrrapartin komu boð frá UEFA um, at vøllurin við Djúpumýru í Klaksvík kann hýsa dystum hjá føroysku liðunum, sum skulu spæla evropeiskan fótbólt í summar

Tórshavnar kommuna fegnast um at talið á ferðandi á súkklu er økt munandi í summar, og at tað hevur verið sjónligt í býarmyndini

Sjúrður Skaale spyr um antennan hjá donsku verjuni á Bøllureyni kann flytast upp á Sornfelli

Tað er ikki líkamikið, hvussu eitt munnbind situr. Bjarni á Steig, yvirlækni, gevur tær góð ráð

Talan hevur verið leingi um tað, men nú er tað so váttað: Kappingin sum tey flestu elska verður í USA í 2021

Endaligi skilnaðurin hjá Sanchez frá Old Trafford gjørdist ein av lukrativa slagnum, sambært fleiri enskum miðlum

Í gjár gjørdi Thetis 1143 koronakanningar. Tað er met

Stór bilferja er komin til Lampedusa at virka sum sóttarhald. Borgarstjórin vil hava undantaksstøðu

- So broyttist jaliga gongdin í arbeiðinum at basa covid-19 og vit hava tí avgjørt, at afturvendandi tiltakið Føroya Vakrasta Hálvmaraton verður broytt til eina tykisrenning: #MíttVakrasta2020

Í almenna rúminum skulu vit bera munnbind, vísir spurnarkanning

Henda myndin er tikin seinnapartin í dag úr erva, og vísur bíðirøðini í sambandi við koronakanning á Landssjúkrahúsinum

Helgi Abrahamsen hevur lýst í kunngerð í dag, at nú skulu matstovur og skeinkingarstøð fevnd av virkisøkinum í matstovulógini, steingja í seinasta lagi kl. 23

- Mitt ímillum øll koronatíðindini, sum vit øll hugsa um við størsta álvara, var landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jenis av Rana, í Útvarpinum á middegi í dag. Eisini um eitt álvarsmál, hóast tað mest kundi ljóða sum skemt

- Av royndum vita vit, hvussu skjótt smittan spjaðir seg, og vit vilja gera alt fyri at verja okkara børn, starvsfólk og borgarar, og tí velja vit at seta hesa skipanina í verk beinanvegin, sigur Jógvan Skorheim

- Korona-smittan er aftur farin at gera um seg í landinum, og fleiri smittutilburðir eru staðfestir. Orsakað av hesum er avgjørt, at alt virksemi í Ebenezer steðgar beinanvegin

- Mest sannlíkt eri eg vorðin smittaður í brúdleypi norðanfjørðs leygardagin, skrivar Bjarni Nygaard á sínum Facebook profili og heitur á fólk sum hava verið í samband við seg um at kanna seg

- Krígssavnið er fyribils stongt vegna koronasmittu. Boðað verður frá, tá latið verður upp aftur

- Smittan breiðir seg skjótari enn áður, og nógv skjótari enn í londunum kring okkum

Tískil gerst Føroyar nú eitt av teimum londunum, sum hava flest smittað fyri hvønn íbúgva

1. januar 2020 vóru 17 persónar skrásettir í fólkayvirlitinum sum verandi undir verjumáli og hava fingið rættarliga myndugleikan frátiknan eftir verjumálslógini

- Nú farsóttin, COVID-19, av álvara hevur tikið seg uppaftur í Føroyum, hava vit í Runavíkar kommunu viðgjørt málið í mun til tað, sum vit higartil hava frætt og vita um støðuna

Forsetin í USA, Donald Trump, sigur, at ein vaksina verður klár umleið tann 3. november, skrivar tíðindastovan Reuters

Sjúkrahúsverkið arbeiðir í løtuni við nýggjari smidligari kanningarskipan, sum skal gera tað skjótt og lætt hjá øllum at lata seg kanna á teimum trimum sjúkrahúsunum uttan ávísing

- Eftir áhaldandi arbeiði er bræv nú komið frá Rosselkhoznadzor, um at virkini bæði nú eru vorðin grøn og kunnu tí útflyta sínar vørur aftur til Russland

- Talan er um 4 størv við starvsbyrjan 1. sept 2020 ella eftir nærri avtalu. Størvini verða tíðaravmarkað sett fram til juli 2021

Eftir 8 árum er Tórsvøllur sambært kanningarumboðunum hjá FIFA best røkti vøllur tey hava góðkent higartil

Einar 1500 koronakanningar vóru gjørdar í gjár, og sambært hesum myndunum, sum Ólavur Frederiksen tók í dag, so eru bíðirøðirnar enn langar

Í gjár vóru sera nógvar kanningar gjørdar á sjúkrahúsunum, og tí eru allar kanningar ikki liðugt greinaðar enn. Á sjúkrahúsunum vórðu framdar um 900 kanningar, og umleið 300 av hesum kanningunum verða greinaðar í løtuni

– 25 tilburðir av koronu eru higartil staðfestir í dag, men tað talið kann koma uppá 30, sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, við Útvarpið

Fótbóltsfelagið AS Roma skal seljast frá einum amerikanskum handilsmanni til ein annan, upplýsur felagið í einum tíðindaskrivi