Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Donsku fiskimenninir hava blakað yvir 1.300 tons av toski út aftur í Eystursjógvin, men bert uppgivið at 14 tons eru tveitt út.

Tað vísa tølini hjá Fiskeristyrelsen, skrivar DR.DK.

Trolararnir í donskum sjógvi tveita nógvan deyðan smáfisk út aftur, sjálvt um tað er ólógligt.

Ólógliga útblakingin av deyðum smáfiski er ein trupulleiki, tí tað er spill av tilfeingi og kann føra til ovfisking, sum so ávirkar fiskastovnin, halda serfrøðingar.

Bert í Eystursjónum tveittu danskir fiskimenn út í 2016 yvir 1.300 tons av troski, hóast tað er bannað at tveita tosk út úr Eystursjónum, og eisini onnur fiskasløg.

Tað avdúkar ein uppgerð, sum granskarar frá Danmarks Tekniske Universitet hava gjørt fyri DR Nyheder. Uppgerðin byggir á neyvt eftirlit, skrivar DR.DK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo