Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Vinna

Faroe Dive: Tann 2. august í ár vóru tað 10 ár síðani, at russiska skipið Olshana sigldi á land við Flesjarnar og seinni sakk. Sambært tí, ið er komið fram alment, hevði skipið uml. 300 tons av diesel-olju og nakað av smyrjiolju umborð, tá óhappið hendi í august 2007.

Skjótt eftir at skipið hevði rent á land, byrjaði olja at leka úr skipinum av skaðanum, skipið fekk. Kanningar av skipinum vístu at hol var komið á tveir tangar við ávikavist 15 tonsum av brenniolju og ein tanga við smyrjiolju. Skaðin á tangarnar gjørdi sostatt at myndugleikarnir mettu, at 30 tons av brenniolju og uml. 9 tons av smyrjiolju lóku úr skipinum.

Í 2009 gjørdi Umhvørvisstovan eina árinskanning av umhvørvinum, í økinum har vrakið liggur. Tær, ið stóðu fyri kanningini vóru Maria Dam og Katrin Hoydal. Tær báðar kannaðu leivdir eftir olju í t.d. toski, kræklingi og sedimenti.

Úrslitið av kanningini var bæði gleðiligt og ræðandi samstundis. Tí niðurstøðan í teirra kanning var, at økið fram til 2009, tá kanningin varð gjørd, tíbetur ikki í stóran mun var dálkað av leivdum av olju.

Hinvegin má eisini havast í huga, at sambært tí hesir serfrøðingar vita, liggur helst framvegis uml. 9/10 av oljuni, sum Olshana hevði bunkrað, framvegis umborð á skipinum.

Tað hevði verið áhugavert at sæð eina nýggjari kanning av økinum, soleiðis at ein sammeting av støðuni í dag, við støðuna í 2009, kundi verið gjørd.

Um hugsað verður um hvussu tey 30 tonsini av olju dálkaðu fjørðuna, fugl og alifisk o.s.fr. beint eftir óhappið, so skal ikki stórvegis hugflog til at hugsa sær, hvussu tey seinastu 270 tonsini kunnu dálkað eitt ovurstórt øki líka úr Havnini norður til Eiðis og langt inn á Skálafjørðin.

Um tað hendir kann talan vera um, at óhappið við Olshanu gerst ein verulig vanlukka, við álvarsligum avleiðingum fyri umhvørvið og vinnu.

Um myndugleikarnir, ið umsita ávikavist tilbúgvingar- og umhvørvisøkið í landinum t.e. Fiskimálaráðið og Heilsu- og Innlendismálaráðið, ynskja at seta tiltøk í verk fyri at kanna og møguliga forða fyri einari umhvørvisvanlukku við Flesjarnar, so hevur vinnan í Føroyum bæði førleikar og møguleikar at hjálpa myndugleikunum við slíkum arbeiði og tiltøkum.

Kanningin hjá Umhvørvisstovuni trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo