Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Politikkur

Fyrispurningur um viðurskifti hjá ymsu pørtunum í fiskivinnuni í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a)
 
1.     Hvussu hava inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini lagað seg seinastu fýra árini?

2.     Hvussu hava ymsu skipabólkarnir staðið seg undir nýggju lóggávuni?

3.     Er virksemið skert hjá ymsu samtøkunum í Norðoyggjum, nú nógv er at hoyra um afturgongd og vantandi vinning við nýggju lóggávuni um sjófeingi?

4.     Hvussu nógv er virðið á tilfeinginum, tí útlutaða og keypta, sum komið er til Norðoyggjar í mun til undanfarin ár?

5.     Hvussu eru útlitini hjá reiðaríum og fiskimonnum í økinum við nýggju lógini í komandi tíðum?
 
Viðmerkingar
Fyri knøppum ári síðani varð landsstýrismaðurin spurdur um viðurskiftini hjá ymsu pørtunum í fiskiflotanum í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við - um inntøkuviðurskifti og útlutað virði til Norðoyggjar eins og útlitini hjá reiðaríum og fiskimonnum í komandi tíðum.
 
Tølini vístu framgongd í avreiðingarvirðum fyri allar bólkar, síðan uppboðssølan gjørdist partur av umsitingini av fiskivinnuni.

Tølini fyri 2018 vóru tá ikki tøk.
 
Lógin um fyrisiting av sjófeingi fór at virka 1. januar í 2018.

Nú komið er væl út í 2019, áttu nýggjastu tølini at verið komin til høldar, og landsstýrismaðurin tískil fingið sagt nakað um, hvussu nýggja lógin um sjófeingi er farin at virka.
 
Spurningurin er, hvussu støðan í Norðoyggjum er vorðin hetta fyrsta árið við lógini um sjófeingi, hvussu ymsu skipabólkarnir nú megna nýggju lóggávuna um sjófeingi, flakatrolarar, uppsjóvarflotin og útróðrarflotin.
 
Norðoyggjar og Eysturoy dúva upp á fiskivinnuna í størstan mun.

Tað er tí av týdningi fyri økini, at fiskivinnan kann megna nýggju avbjóðingarnar.

Henda vinna er ikki eyðkend við nýggjum framleiðslutólum ella aðrari framkomnari tøkni - flotin er fyri tað mesta elligamal.

Hesi vinnu eins og øðrum eigur lív at vera lagað, so møguleikar eru at endurnýggja seg.

Tí nýhugsan og nýskapan er gróðrarbotnur undir hollari og nútímans vinnu, og vinnutól við alsamt nýggjari og framkomnari tøkni eru harafturat bæði rakstarbetri og umhvørvisvinaligari.

Á Løgtingi, 21. juni 2019
Óluva Klettskarð

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo