Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Tónleikur

Olvheðin Jacobsen hevur verið virkin innan kirkju og samkomur og hevur skrivað fleiri sangir, sum verða sungnir í samkomum.

Hann hevur eisini spælt í øðrum samanhangum – eitt nú í teaturkonsertini Rósu Mariu, og hann sang kór hjá luttakara í íslendska Eurovision fyrr í ár.

Olvheðin hevur seinastu tíðina gingið á tónleikaskúla í Reykjavík og skal nú fyri fyrstu ferð spæla sum solistur á Summar Festivalinum.

- Tað er ein góð kensla, og eg kenni tað sum eina viðurkenning av tí, sum eg fáist við, sigur Olvheðin Jacobsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo