Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

U21-landsliðið í hondbólti vitjaði inn á Ráðhúsið í dag seinnapartin. Borgarstjórin Annika Olsen tók ímóti og nevndi m.a., at hon hevði ongantíð glett seg so nógv til ólavsøku sum hesaferð, tá HM-endaspælið verður.

- Tað er ómetaliga stuttligt at síggja tykkum aftur eftir ótrúliga roysnið, tit gjørdu í gjár, tá tit tryggjaðu okkum pláss í HM-endaspælinum. Fyrst vunnu tit á Sveits, síðan á Ísrael og nú í gjár á Finnlandi, og í kappingini hava tit skarað heilt framúr.

- Í løtuni eru tit okkara bestu ambassadørar uttanlands, og tit eru nú komnir upp har, sum altjóða talentleitarar seta síni gørn eftir teimum bestu uppkomandi leikarunum. Vit hoyra eisini nú, at finski landsliðsvenjarin hevur úttalað seg til finsku fjølmiðlarnar, har hann sigur, at "U21-landsliðið hjá Føroyum er eitt sterkt lið, sum vísti, at teir hoyra heima í HM-endaspælinum í Algeria".

- Eg skal heldur ikki gloyma at nevna tað fantastiska venjaratoymið, og takka bæði teimum og HSF fyri tað ótrúliga stóra arbeiðið, tit gera fyri landsliðið.

- Eg skal vegna Tórshavnar býráð ynskja tykkum øllum somlum tillukku við sigrinum og við kvalifikatiónini til endaspælið. Eg kann at enda nevna, at kommunan stuðlar sum vant við tí fysiska umhvørvinum, og eg kann lova, at kommunan framhaldandi verður ein trúgvur viðspælari.

- Vit byggja í løtuni dupulthøllina á Hálsi og ítróttarhøll á Argjahamri - og rokna vit høllina hjá Glasi uppí - so verða tríggjar nýggjar hallir tøkar í Havnini innan rættiliga stutta tíð.

- Tað fer óivað at lætta um og at betra venjingarumhvørvið munandi, geva møguleikar fyri millumtjóða og altjóða kappingum, umframt at umstøðurnar hjá áskoðarunum verða so nógv betri, segði Annika Olsen m.a. í stuttari røðu fyri leikarunum.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo