Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Landsverk: Í byggimálum kann ein rokning liggja leingi, tí ósemja kann vera millum partarnar um, hvørt veitingin er framd sambært avtalu, og upphæddin samsvarar veitingini.

Tær rokningar, sum liggja í skipanini í sambandi við verkætlanina Glasir, har ein rokning er heilt afturi frá 2015, liggja har framvegis orsakað av áðurnevndari ósemju millum byggiharra og veitara.

At rokningar liggja og flóta runt á Landsverki, og at deildarleiðarar og leiðsla ikki vátta rokningar, er tikið úr bláari luft og hevur einki samband við veruleikan.

Rokningarnar liggja júst har, tær skulu.

Sostatt liggja ongar rokningar, sum við vilja ella orsakað av óskili ikki eru goldnar. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo