Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Pedagogfelagið: Stutt kunning frá Pedagogfelagnum og stigtakarunum til innsavnanina av undirskriftum hjá starvsfólkunum á dagstovnaøkinum hjá Tórshavnar Kommunu.

Vit hava nú haft “kaffi-prát” við allar politiskar flokkar í TK, og vilja vit her royna at lýsa okkara tankar um tær avbjóðingar vit síggja, og hví vit ikki síggja eindarleiðslu sum eitt tilfeingi fyri dagstovnaøkið.

Vit hava upplivað, at tað eru nógvar misskiljingar í millum partarnar í hesum máli. Vit hava bjóðað til “kaffi-prát” fyri at royna at koma hesum misskiljingum til lívs.

Tað hevur ofta verið borið fram í fjølmiðlunum, at leiðarin á Barna- og ungdómsdeildini er einsamøll, og at einki er broytt í umsitingini í nógv ár. Vit vita, at tað er ikki so.

Les alt skrivið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo