Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Tað er ongin plan B tá norska fregattin Helge Ingestad í næstum verður bjargað uppaftur á rættkjøl. Helge Ingestad stoytti saman við eitt tangaskip 8. november og fór til botns í Hjeltefjørðinum í Hordalandi.

32 sjeklar sum hvør vigar 285 kilo umframt keta sum vigar 270 kilo meturin skal brúkast til arbeiðið. 150 fólk frá 40 ymiskum stovnum og fyritøkum skulu vera við í arbeiðnum, sum byrjar so skjótt sum veðrið har á leiðini verður betri og kann væntast at vera støðugt í nakrar vikur.

Gongur nakað galið er ongin plan B.

Anders Penna frá fyritøkuni Boa Management, sum skal standa fyri arbeiðnum, sigur við miðilin tu.no, at gongur okkurt galið, so verður neyðugt at lata skipið søkka aftur. Hendir tað, hava tey funnið trý støð har nærhendis sum skipið liggur í dag, og har botnurin er toluliga slættur. Roynt verður so at fáa skipið at leggja seg har, tá tað søkkur.

Hann heldur, at útgerðin sum verður brúkt er so mikið góð, at tað verður ikki hon sum svíkir.

- Men veðrið á leiðini kann skjótt versna, og hendir tað, so kann endin skjótt blíva, at vit noyðast at fara frá fregattini og lata hana søkka aftur, sigur hann. 

Tá Helge Ingestad er komin nakað upp úr sjónum verður ein prámur, sum kann søkkast, lagdur undir hann. Prámurin virkar sum ein turrdokk, og er riggaður soleiðis til, at skipið liggur væl á honum.

Beinanvegin tá skipið kemur upp úr sjónum byrjar arbeiðið at preservera útgerðina umborð, sum oyðilegst av súrevninum. Rakettir og onnur vápn verða eisini tikin úr skipinum, tá tað er komið upp.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo