Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Onnur tíðindi

Nú ST-mannarættindasáttmálin aftur er tikin til umrøðu, kann vera áhugavert at lýta smá 10 ár aftur í tíðina og vóna, at komandi 10 árini fara at bera fleiri batar við sær enn farna 10-ára skeiðið.

Vegna Heilafelagið førdi eg niðanfyristandandi sjónarmið fram í hoyring 17. nov. 2010 og handaði eftirfylgjandi Uttanríkisráðnum hesi sjónarmið skrivliga við umbøn um at Uttanríkisráðið boðaði ST frá hesum.

Hoyring í samband við ST-mannarættindasáttmálar í Miðlahúsinum mikukvøldið 17. nov. 2010
Heilafelagið.

Gott kvøld.

Eiti Ann Hovland, eri sjúkrarøktarfrøðingur, arbeiði á B 7 á Landssjúkrahúsinum.

Umboði í kvøld Heilafelagið, sum er felag, sum tekur sær av áhugamálum teirra, sum á einhvønn hátt eru heilaskadd, tað veri seg orsakað av apoplexi, t.v.s. heilabløðing og blóðtøppi ella vanlukku og tílíkum.

Skal fyrst takka Uttanríkisráðnum fyri, at tað á henda hátt er møguligt hjá einstaklingum og felagskapum sum Heilafelagnum at siga sína hugsan á einari slíkari hoyring, sum vit meta er á einum slíkum støði, at tað verður virt og tikið til eftirtektar, tað sum verður ført fram.

9. mai í fjør viðtók Føroya Løgting at seta Sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek í gildi í Føroyum. Hesin sáttmálin tryggjar rættindini hjá brekaðum í mun til samfelagið sum heild og í mun til medborgaran.

Tað eru nógv viðurskifti, sum kunnu takast fram, tá ið tað um rættindini teirra brekaðu umræður, men eg skal bert taka fram rættin hjá heilaskaddum til endurvenjingar, sum er ásett í grein 26 í omanfyrinevnda sáttmála.

Tað er av allarstórsta týdningi, at røtt viðgerð og endurmenning av apoplexiraktum verður sett í gongd so skjótt, sum tað á nakran hátt kann lata seg gera. Hetta hevur í nógv ár verið gjørt á E 3, sum var endurmenningardeild í gomlu barakkini, men sum var niðurløgd fyri nøkrum árum síðan og løgd saman við B 7. Hetta var eitt afturstig, tí B 7 er fyrst og fremst ein akuttdeild, uppgávurnar eru ymiskar og akutti patienturin verðu sjálvandi tikin fram um tann apoplexirakta.

Men endurvenjing fer framvegis fram á B 7, hóast kanska ikki eins intenst sum á E 3. Tá ið so mest akutta endurmenningin er fingin á lag, verður patienturin útskrivaður - til - - -  onki!

Ongin skipað endurvenjing ella rehabilitering, sum tað verður kallað, finst í Føroyum. Okkurt hissini pláss er á sjúkrahúsunum í Klaksvík og í Suðuroy, nakað á Mørkini í Streymnesi og kanska onkra aðra staðni við.

Tað er sjálvandi, at tað er stórur áhugi at fáa lut í hesum plássum. Men hjá teimum, sum upp á sekund blivu óhjálpin og í nógvum førum ikki kunnu tosa, er tað ógjørligt at stríðast fyri at fáa lut í hesum fáu plássum. Og teirra avvarðandi eru heldur ikki nógv betur fyri, tí apoplexi rakar ikki bert tann sjúka, men broytir tilveruna hjá teim avvarðandi sera nógv.

Tí skal eg loyva mær at vísa á grøna álitið frá 2007 kallað Álit um endurvenjing fyri fólki við førleikatarni – ein liður í eini endurmenningarætlan, sum Almanna- og Heilsumálaráðið lat gera. Tíverri hevur hetta álit higartil verið eitt skuffuálit.

Eisini skal eg loyva mær at vísa á álitið sum Lions Club Eysturoy saman við Heilafelagnum og Giktafelagnum í 2009 hevur latið gjørt um Rehabilitering í Eysturoy. Hóast hetta álitið kann setast í verk fyri bert 1,3 mió. kr. hevur ikki verið peningur til tess.

Fari at biðja Uttanríkisráðið boða ST frá hesum. Takk fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo