Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Tiltøk

Frá stevnuni í Hesti fyri nøkrum árum síðani.

Takið er ov tungt hjá smáu oyggjunum at skipa fyri útoyggjastevnu, og tí er avgerð tikin um, at ongin slík stevna verður í ár.

Óla Jákup í Dímun sum í mong ár hevur verið við til at skipa fyri, sigur við Útvarpið, at útoyggjarnar makta ikki at standa fyri tiltakinum, sum kanska er blivið nakað stórt.

Hann nevndi møguleikan at skipa fyri eini minni stevnu í framtíðini. Men í summar verður ongin útoyggjastevna, er avgerð tikin um.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo