Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Vinna

Í kvøld, mikukvøld 4. september, verður vælumtókta tiltakið Opið by Night í SMS. Allir handlarnir hava opið til kl. 22 við nógvum góðum tilboðum.

Beinir við bólki spæla kl. 20 og Hans Andrias spælir kl. 21 uttanfyri Power. Nýggja kaféin, Hornið, bjóðar smakkiroyndir av bobblute kl. 20.30 uttanfyri Name It.

Handlarnir hava stongt millum kl.18 og 19.

Nýggj kafé í SMS
Leygardagin 31. august lat nýggja kaféin, Hornið, upp í SMS. Hornið hevur eitt føroyskt brá við list, sum Tróndur Patursson hevur gjørt. Í Horninum ber til at fáa gott kaffi og te, sergjørdar køkur og fleiri heitar rættir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo