Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Tiltøk

Tórshavnar Sløkkilið: 85 ára stovningardagurin verður hildin í morgin leygardagin 6. oktober millum kl. 12.00 og 18.00, á Brandstøðini. Dyrnar lata upp fyri almenninginum klokkan 12.00, tá sløkkiliðsfólk fara at vísa runt á støðini. Tórshavnar Sløkkilið var stovnað 1. oktober 1933.

Kom og vitja
Fólk eru vælkomin á gátt at kunna seg um ymisku uppgávurnar hjá Sløkkiliðnum, at síggja allar teir fínu bilarnar og ymsa útgerð á stóra savninum á Brandstøðini.

Og takið endiliga børnini við - væl ílatin - tí tey sleppa at spula við brandslangum, at sløkkja eld og at royna seg í einum roykfyltum rúmi.

Jógvan Arge hugleiðir
Klokkan 15.00 seinnapartin verður almenn løta, har Jógvan Arge fer at siga frá søguni um Tórshavnar Sløkkilið gjøgnum 85 ár.

Henda sama dagin halda nøkur starvsfólk starvsdagar, ein hevur 30 ára starvsdag og árstekn verða handað fyri 20 og 10 ára trúgva tænastu, hetta verður eftir hugleiðingarnar hjá Jógvan.

Móttøka
Dyrnar lata upp fyri almenninginum klokkan 12.00, tá sløkkiliðsfólk fara at vísa runt. Klokkan 15.00 er móttøka og ein biti at fáa. Annika Olsen, bogarstjóri, fer at siga nøkur orð, árstekn verða handað og Jógvan Arge heldur røðu.

Dyrnar lata aftur klokkan 18.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo