Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Lesarin skrivar

Hvussu kann man pønsa uppá eina fólkaatkvøðu um ta sonevndu "grundlógina", UTTAN at ALLAR præmissur og øll skjøl í tí sonevnda fullveldismálinum koma fram í ljósið fyrst?

- Veljarin hevur rætt til fulla informatión um ALLA ta politisku gongdina, sum var sjálv ouverturan til ta drúgvu grundlógar-debattina.

Tað er reell manipulatión við veljaranum, hvis man ætlar at lumpa og lirka eina fólkaatkvøðu ígjøgnum, sjálvt um veljarin ikki hevur fingið fult innlit í alla ta politisku processina, sum fór fram fyri skjótt tjúgu árum  síðani.

Allir føroyingar hava rætt til at kenna´hesi skjøl, sum danskarar slett ikki vilja fora okkum at síggja.

Mystikkurin og myturnar um skjølini spríkja upp allastaðni, ikki minst nú Sjúrður Skaale hevur sett skjøtil á ein lítlan part av allari søguni. 

- Veljarin má fáa ALLA søguna.

Gevst annars nakað rationelt juridiskt argument fyri at krógva hesi skjøl fyri tí føroyska veljaranum?

- Um so er, má løgmaður fortelja veljarafjøldini, hví hon ikki tolir at kenna skjølini, ella skal tann forvitni  veljarin noyðast at gita, um okkurt politiskt tilfar er í hesum skjølum, sum slett ikki tolir dagsins ljós.

Veljarin má ikki snýtast fyri nakra informatión.

- Kann hann ikki fáa fult inlit, skal hann heldur ikki lokkast til atkvøðugreiðslu við politiskum bindi fyri eyguni.

Antin øll "fullveldis-skjøl" á borðið, ella onga fólkaatkvøðu!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo