Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Nær fáa vit í Kjøpinhavn okkara umboðsmann aftur?

Tann einasti føroyski umboðsmaður, sum hevur nakað reelt arbeiði at gera, er hann, sum skal sita í Kjøpinhavn.

Flestøll vita, at henda umboðsstova er og hevur verið ein virkin, neyðugur og sjónligur partur av føroyskum útiseta-aktiviteti, meðan umboðsstovurnar í London, Reykjavík og Moskva eru fulkomuliga óneyðugar prestigu-stovur, har tað knípir fólki at finna nakað meiningsfylt arbeiði at tríva í.

Vit heita tí á allar løgtingsmenn um at fáa viðurskiftini á tí føroysku umboðstovuni í Kjøpinhavn aftur í rætt lag og normaliseraði, sum allarskjótast!

Tað er stór skomm, at Kjøpinhavn verður prioriterað lægst av okkara umboðsstovum í løtuni.

Milum útisetar verður dúgliga gitt um, hvat orsøkin kann vera, og tey flestu undrast!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo