Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Politikkur

Á lokalvalinum í Moskva í gjár misti flokkurin hjá Putin forseta, Sameint Russland, fleiri sessir.

Tað verður framvegis talt upp í russiska høvuðsstaðnum, men sambært russisku tíðindastovuni Interfax, er mangt sum bendur á at andstøðuflokkarnir fáa 19 av teimum tilsamans 45 sessunum, skrivar NRK.

Politico.eu skrivar at andstøðuflokkarnir fara at fáa 21 sessir.

So stjórnarflokkurin Sameint Russland og Vladimir Putin forseti hava fingið ein frammaná á valinum.

Á seinasta valinum fingu Putin og Sameint Russland 40 av 45 sessum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo