Tað er hættisligt at hava rætt, tá hitt almenna er á skeivari leið
- Voltaire
Lesarin skrivar

Tað líkist svartasta ongum at eftirlønarviðurskiftini hjá fiskimonnum enn ikki eru raðfest og dagførd á sáttmálaøkinum,soleiðis at hesi sum minst loyvda markið fylgja lógarkravinum um bundna eftirlønargjaldið.

Tíverri uttan samráðing,bleiv verandi sáttmáli  fyrr í ár longdur,uttan stórvegis broyting ella betran,ið áttu at veri eyðsýndar við nýggju lógini um sjófeingi og serliga eftirlønarlógini.

Fiskimenn skullu ídag av síni hýru,sjálvir rinda 4%-komandi ár5%-í eftirløn- meðan reiðari/rættindahavari  bert rindar 40kr-til fiskimannin, fyri mynstraðan dag.Tí SKAL ein slík tilafturskomin skipan endurskoðast.

Flestu starvsfólk á føroyska arbeiðsmarknaðnum hava eina prosent-ásetta eftirlønarskipan,ið arbeiðsgevarin sjálvandi rindar.

Hesi lógarásettu skipan,SKULLU fiskimenn eisini hava ágóðan av. Tí SKAL reiðarin/rættindahavarin eisini vísa ábyrgd og sjálvir bera kostnaðin av hesi skipan. Hesum tíðandi rættvísi, fari eg eisini at stríðast fyri  - til gagns fyri fiskimannin.

Ti stilli eg upp til formansvalið í Føroya Fiskimannafelag

Axel Hansen
Vestmanna 12/12/2018

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo