Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Vinna

- Bakkafrost skrásetti óvanliga høgt felli á aliøki A-81 Kolbanagjógv tann 20. september 2018. Umleið 750 túsund fiskar, sum høvdu eina miðalvekt á 500 gramm livandi vekt, doyðu innan fyri eitt stutt tíðarbil. Fiskurin á aliøkinum A-81 varð settur á sjógv í juni - august 2018.

- Ikki hevur verið møguligt at staðfest, hvør orsøkin til tilburðin var, men algurnar phaeocystis, pseudo-nitzscia og heterosigma vórðu skrásettar at vera í sjónum á aliøki A-81 Kolbanagjógv tann 20. september 2018, og illgruni er um, at algurnar eru orsøkin til økta fellið tann 20. september 2018.

- Eisini hava vit staðfest, at samstundis og framman undan skaðatilburðinum eru stórar mongdir av tøðum sprændar út á bøin og partvís komið beinleiðis á sjógv einans 200 metur frá alibrúkinum. Framhaldandi kanningar verða gjørdar fyri at staðfesta, hvør orsøkin var til brádliga fellið, sum bert vardi fáar tímar.

- Aling hevur verið á aliøkinum A-81 Kolbanagjógv seinastu 30 árini, og tílíkur tilburður hevur ikki verið áður. Bakkafrost hevur ikki sæð líknandi støðu á nøkrum øðrum aliøki seinastu dagarnar.

- Liðugt verður at taka allan deyðan fisk upp á aliøkinum A-81 Kolbanagjógv í morgin, og einki óvanligt er skrásett síðan 20. september 2018. Bakkafrost hevur fólk á staðnum, sum halda vaki eyga við støðuni á aliøkinum A-81 Kolbanagjógv. Fiskurin á aliøkinum A-81 Kolbanagjógv er tryggjaður, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo