Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Krutl

- Eg havi einaferð spurt ein blaðstjóra, um hann vildi umhugsa at innført dulnevnd lesarabrøv aftur.

Tað avdúkar Pál Weihe, lækni og granskari í viðtal við Dimmalætting.

Pál Weihe, sum hevur stóran áhuga í samfelagskjaki, harmast um, at dulnevndu lesarabrøvini hvurvu. Tí tey høvdu eitt rættiliga týdningarmikið endamál, sigur hann við blaðið.

- Tey skuldu verið skipað eitt sindur øðrvísi. Strangt eftirlit skuldi verið, so ongi persónlig álop sluppu ígjøgnum, sigur Pál Weihe millum annað.

Hann sigur seg eisini sakna breidd í føroyska orðaskiftinum, sum hann heldur er ofta rættiliga fátæksligt, og kundi verið meiri áhugavert, um fleiri serkøn fólk trinu fram við sínum meiningum, uttan at tey skulu gjalda ein persónligan prís.

- Tankin ella hugskotið skal ikki metast út frá navninum á tí, sum kemur við tí, men bara út frá innihaldinum. Men tað krevur, at lesarabrævið verður kliniskt reinsað fyri persónsálop. Eitt sunt samfelagskjak skal styrkja um okkara felags- ella eindarmentan. Tað nyttar einki at sita hvør í sær og tiga og goyma sjónarmiðini burtur, heldur Pál Weihe, sum í 2013 fekk Miðlaheiðurslønina frá Granskingarráðnum fyri framúr góða miðling av sínum granskingarúrslitum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo