Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Tiltøk

Býráðsval stendur fyri durum, og í hesum sambandi verður pallborðsfundur um grøna orku, tilflyting og annað.

Tiltakið verður í Miðlahúsinum mikudagin 26 oktober 2016 kl. 19.00 -21.00.

Valevni fyri ymsu flokkarnir fara at kjakast um teirra áskoðan og ætlanir viðvíkjandi hesum evnunum.

Runa Preeti fer at hava kjakupplegg um integratión, og Magni Laksáfoss fer at hava kjakupplegg um grøna orku.

Komið og lurtið, setið valevnunum spurningar og fái nýggja vitan.

Fyriskiparir eru lesandi á master útbúgvingini West Nordic Studies á Fróðskaparsetrinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo