Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Tiltøk

22. mars kl. 19 bjóðar Norrøna Ungmannafelag Føroya til aðalfund við ungdómspolitiskum pallborðsfundi um orku og klima í Perluni.

Norðanlond síggja seg sjálvi sum undangongulond innan grøna orku og klimaspurningar. Føroyar hevur sett sær stórætlað mál fyri grønari orkuframleiðslu, men landið er enn bundið at óvarandi orku til elframleiðslu og hita.

Samgongan arbeiðir framvegis við at grunda eina oljuvinnu í Føroyum, men áhugin frá oljufeløgunum virkar til ikki at vera til staðar. Hvussu síggja føroysku ungmannafeløgini á Føroyar sum orku- og klimaland í framtíðini?

Unga Tjóðveldið (Elsa Berg), Sosialistisk Ung (Barbara Apol), Framsøkin Ung (Bjarni Kárason Petersen), Ungt Sjálvtstýri (Birgit Sivertsen) og Unga Sambandi (Anna-Mari Nielsen) luttaka á pallborðsfundinum, har NUF fer at seta hesar fýra spurningarnar:

- Hvat burdi verið Føroya nationalmál fyri dálking og varandi orkuframleiðslu fram móti 2030?
- Skal Føroyar framvegis royna at gerast oljuland?
- Eigur Føroyar at arbeiða fyri at hefta seg til elnetið í øðrum londum sum Ísland og Stóra Bretland ella bara arbeiða fyri lokalu elframleiðsluni?
- Er støðan hjá SEV sum monopol positiv ella negativ?

Rebekka Manuela Behrens úr KVF verður orðstýrari.

Aftan á kjakið verður landsfundur hjá NUF við skrá fylgi reglugerðini, og pitsa verður bjóðað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo