Eitt barn, ein lærari, ein bók, ein blýantur kunnu broyta allan heimin
- Malala Yousafzai
local.fo

News in English

Vinna

Partafelagið Palli hjá Mariannu er móðirfelag og umsitur feløgini í samtakinum, millum annað Christian í Grótinum, Norðborg og Hvalnes.

Høvuðsorsøkin til, at sølan er lækkað er, at uppgjørda veiðuvirði í roknskapinum fyri 2018 er 49 mió kr lægri enn í 2017.

Í 2018 hevur felagið goldið smáar 51 mió kr í tilfeingisgjøldum, umframt nærum 20 mió kr í partafelagsskatti. Samanlagt hevði felagið útreiðslur á nærum 73 mió kr til skatt og avgjøld í fjør.

Úrslitið gjørdist 37 mió kr í mun til 52 mió kr árið fyri. Fíggjarstøðan javnvigar við 708 mió kr og eginognin er 650 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo